Vil hava betri tíð at viðgera fosturtøkulógina

Vil hava betri tíð at viðgera fosturtøkulógina
Viðgerðin í rættarnevndini er ikki liðug við viðgerðina, tí øll, sum eru innkallað, hava ikki havt møguleika at hitta nevndina fyrr enn nú
Fróði Magnussen er formaður í rættarnevndini, sum viðger fosturtøkulógina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.10.2026 - 08:10

Álitið skuldi verið komið í morgin, men rættarnevndin hevur biðið um longda freist til 4. november.

Nevndin viðger uppskotið hjá Miðflokkinum um at broyta fosturtøkulógina.

Hon fekk uppskotið 24. september.

Nevndin hevur fund um málið i dag og eftir tann fundin fer hon at skriva álit, sigur hon.

Rættarnevndin sigur, at hon er ikki liðug við viðgerðina, tí øll, sum eru innkallað, hava ikki havt møguleika at hitta nevndina fyrr enn nú.

Í dag eru fimm innkallingar.

MEGD, Amnesty International Føroyar, Kommunulæknafelagið, landsstýrismaðurin í mentamálum og Gigni og løgmaður eru boðsend.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723