Íslendskt konsulát í Grønlandi

Íslendskt konsulát í Grønlandi
Konsulátið vísir, at Ísland raðfestir viðurskiftini við Grønland høgt, heldur Aleqa Hammond, landsstýrisforkvinna í Grønlandi
 
11.11.2013 - 08:00

Ísland hevur latið upp konsulát í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk.

Fyrsti íslendski aðalkonsulin í Grønlandi verður Pétur Ásgeirsson, sum hevur starvast í uttanríkisráðnum í Reykjavík.

Aleqa Hammond, landsstýrisforkvinna í Grønlandi, sigur, at tað at íslendingar lata upp konsulát í Grønlandi, visir, at Ísland raðfestir viðurskiftini við Grønland høgt. Tað ger Grønland eisini, sigur hon.

Aleqa Hammond vísir á, at Ísland og Grønland kunnu hava tætt samstarv á enn fleiri økjum.

Íslendska konsulátið fer at røkja áhugamálini hjá íslendingum í Grønlandi, og hevur eisini heimild at útflýggja teimum pass.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846