Futsal landsliðið skrivað søgu

Futsal landsliðið skrivað søgu
Føroyar leiktu í gjár sín fyrsta landsdyst
Føroyska futsal landsliðið ímóti Grønlandi
Mynd: fsf.fo  
 
30.11.2013 - 21:31

Um vikuskiftið spæla Føroyar tríggjar vinardystir í Nuuk móti Grønlandi í futsal.
Hetta er fyrstu ferð at fótbóltsambandið hevur mannað eitt futsal landslið.

Føroyar vann fyrsta dystin 8-6 fríggjakvøldið.

Málskjúttarnir vóru hesir:
 

Brian Jacobsen            3 mál
Alex José Dos Santos  2 mál
Alex Troleis                 2 mál
Hanus Jacobsen (L)     1 mál

Heimasíðan hjá fótbóltssambandinum boðar frá at Alex José Dos Santos var besti leikari fríggjakvøldið.
Hann vísti gott tekniskt spæl og driblingar, og fleiri ferðir reistu grønlendsku áskoðarnir seg upp at klappa fyri honum.

Seinni dysturin verður spældur í kvøld kl 22.30 føroyska tíð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettup
216723
Fríggjadag 20. november
RagnarRokk:Chris Flynn um Dreams of the Disappeared
215804
Hósdag 19. november
RagnarRokk 19.november 2026
216177
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565