Illveðrið Ivan herjar í Noregi og Svøríki

Illveðrið Ivan herjar í Noregi og Svøríki
Fólk í túsundatali í Noreg og Svøríki hava mist streymin, eftir at illveðrið Ivan tók land í gjárkvøldið
Fleiri tíggjutúsund hús hava mist streymin
Mynd: nrk.no  
 
13.12.2013 - 09:23

Í Norðursvøríki hava millum 40.000 og 45.000 bústaðir mist streymin og í Miðnoregi umleið eini 50.000 hús, siga myndugleikarnir.

Nógvir vegir vórðu stongdir í Svøríki, har tekjur rivu ella vórðu blástar av húsunum, og partar av miðbýnum í Östersund vórðu stogngdir, tí tað var hættisligt at vera úti. Trø duttu niður á fleiri bilar, men hóast ógvisligu hendingarnar, so hevur eingin fingið mein, sigur svenska løgreglan.

Jarnbreytarferðslan er eisini ávirkað, og kemur neyvan í rættlag aftur fyrr enn einaferð í dag.

Ódnin Ivan minnir um ódnina Bodil, sum herjaði alt norðureuropa í síðstu viku, siga veðurfrøðingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Undansending
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366