Ísland í øðini um nýtt heimskort hjá Trump

Ísland í øðini um nýtt heimskort hjá Trump
Íslendski uttanríkisráðharrin boðsendi amerikanska sendiharranum til fundar
Soleiðis sær nýggjasta heimskortið hjá Donald Trump, forseta, út.
Mynd: Truth Social  
 
08.09.2026 - 08:26

Í Íslandi eru politikarar í øðini um myndina, sum Donald Trump, forseti, hevur lagt út á sosiala miðli sínum Truth Social, har Ísland saman við fleiri øðrum londum verður víst sum partur av USA.

Íslendska kringvarpið, RÚV, skrivar, at íslendski uttanríkisráðharrin, Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, boðsendi amerikanska sendiharranum í Íslandi á fund.

Á fundinum gjørdi íslendska uttanríkisráðið greitt, at uppslagið hjá amerikanska forsetanum var fullkomiliga óhóskandi.

Amerikanski forsetin hevur fleiri ferðir lagt myndir á sosialar miðlar, har Grønland er merkt við amerikanska flagginum, ella øðrum amerikonskum ímyndum.

Kortið, sum Trump legði út í gjár, líkist hesum myndum.

 


Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir.

 

Grønlendingar ráða sjálvir

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, svarar eisini aftur eftir, nú Donald Trump enn einaferð hevur víst áhuga fyri Grønlandi.

Amerikanski forsetin legði í gjár eina broytta mynd av einum heimskorti á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, har amerikanska flaggið er lagt oman yvir Grønland, Kanada, Meksiko, Kuba og Ísland.

Mette Frederiksen sigur, at tað er grønlendska fólkið sjálvt, sum avger sína framtíð.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329