Samfelagsfrøðingur: Ósannlíkt at AfD sleppur í samgongu

Samfelagsfrøðingur: Ósannlíkt at AfD sleppur í samgongu
Sum støðan er nú, kunnu allir hinir flokkarnir skipa samgongu uttan um Alternative für Deutschland, sigur Sámal Matras Kristiansen
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.09.2026 - 15:11

Lagnuval var í Sachsen-Anhalt í Týsklandi í gjár, tí flokkurin Alternative für Deutschland fekk eitt søguliga gott val. 

Flokkurin fekk 43,8% av atkvøðunum, og tað er ein framgongd upp á 23 prosentstig síðan valið í 2021.

 


Ulrich Siegmund er leiðar hjá AfD í Sachsen-Anhalt. 

 

Valið í gjár var ikki í øllum Týsklandi, men í einum av teimum 16 landspørtunum í Týsklandi - Saschen-Anhalt. 

Saschen Anhalt hevur, eins og hinir týsku landspartarnir, sítt egna ting, staturin liggur í eystara parti av Týsklandi, og hevur stívliga tvær milliónir íbúgvar. 

Og hóast valið bert er í einum landsparti, so hevur tað fingið nógv uppmerksemi - ikki bert í Týslandi, men um allan heim.

Orsøkin til tað er Alternative für Deutchland - politiski flokkurin, sum eisini verður kallaður AfD. 

 

Høgrapolitiskur flokkur vorðin ein av stóru politisku flokkunum í Týsklandi

Flokkurin verður skilmarkaður sum ein høgrapopulistiskur flokkur við stórum fokusi á millum annað tilflyting og tjóðskaparligan samleika. Týskir myndugleikar hava eisini skírt partar av flokkinum at vera - ikki bert høgravendar, men høgravíðgongdar. 

AfD er vaksin til ein av stóru politisku flokkunum í Týsklandi, og stendur serliga sterkur har eysturi í landinum. Spátt varð, at í Saschen-Anhalt kundi undirtøkan blíva so mikið stór, at AfD kundi fáa avgjørdan meiriluta, og tí fáa møguleika at stýra einsamallur.  

Um so hevði verið, hevði tað verið fyrstu ferð, at flokkurin fekk valdið í einum týskum landsparti.

 

Ikki sannlíkt at AfD endar í samgongu

AfD hevur lítlan vilja at semjast við hinar flokkarnar, so samgongumøguleikarnir eru smáir.

Tað sigur Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur.

"Sum støðan er nú, kunnu allir hinir flokkarnir skipa samgongu uttan um AfD. Eg vænti ikki,  at hinir flokkarnir fara í samgongu við AfD."

Í Týsklandi verður nú hótt við nývali, samstundis sum AfD sigur, at teir vilja ikki gera semju við hinar flokkarnar.

Teir vilja føra sín politikk, men taka fegin ímóti hjálp frá hinum flokkunum.

 

Tos um at banna flokkin

Tað verður nú tosað um at banna flokkinum í Týsklandi, tí hann er so høgravígongdur.

Men um hetta verður veruleiki, dugir Sámal Matras Kristiansen ikki at meta um í løtuni

Flokkurin veksur støðugt, og veljarinir gerast alsamt meira ónøgdir

"AfD hevur ongantíð verið í samgongu við aðrar flokkar í nøkrum landsparti í Týsklandi fyrr, og tess longur teir verða hildnir uttanfyri, tess størri veksur ónøgdin hjá veljarunum. Og flokkurin veksur alsamt - ikki bert í Sachsen-Anhalt, men í nógvum øðrum landspørtum, serliga í eystara parti av landinum", sigur Sámal Matras, samfelagsfrøðingur,

 

Hoyr alla samrøðuna sum Sigurjón Einarsson gjørdi við Sámal Matras Kristiansen:

 

07092026_Samal_Matras

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329