Knívsstunga: Varðhaldsfongslaður í fýra vikur

Knívsstunga: Varðhaldsfongslaður í fýra vikur
Ein 47 ára gamal maður skuldsettur fyri at hava stungið ein 52 ára gamlan mann fýra ferðir í búkin og eina ferð í lærið leygarkvøldið
 
13.01.2014 - 07:39

Ein 47 ára gamal maður varð í grundlógaravhoyring í gjár varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Maðurin er skuldsettur fyri at hava stungið ein 52 ára gamlan mann fýra ferðir í búkin og eina ferð í lærið.

Hetta hendi um níggju-tíðina leygarkvøldið í eini íbúð í Vesturbýnum í Havn. Sambært politinum fóru menninir til hendurs heima hjá tí manninum, sum stakk.

Maðurin, sum varð stungin, fór sjálvur á Landssjúkrahúsið, har hann alt fyri eitt varð lagdur undir skurð. Skurðviðgerðin vardi í tveir tímar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334