Váðasteinur seldi fyri 1,3 mió. kr.

Váðasteinur seldi fyri 1,3 mió. kr.
Línuskipið Váðasteinur, sum hevur verið í Ný Fundlandi, seldi veiðuna í gjár. Skipið hevði 220.000 pund av toski og seldi fyri 1,3 milliónir kr.
 
18.02.2014 - 15:45

Váðasteinur fór úr Føroyum hálvan januar, og illveður og mótvindur gjørdi, at teir høvdu 11 samdøgur á fiskileið á Flemish Cap.

Fiskiskapurin gekk væl, teir fingu 220.000 pund á fimm setum.

Hóast árstíðin ikki er tann besta, so lógu teir bara bakk í nakrar tímar.

Heimaftur var veðrið gott, og heimferðin tók millum sjey og átta samdøgur.

Túrurin var á góðari leið, tí undir Føroyum er lítið at fáa, so hann verður altíð betri enn at royna á heimaleiðum, sigur reiðarin Váðasteinur ger klárt at fara nýggjan túr til Ný Fundlands, og tá okkurt smávegis er gjørt við skipið, verður farið nýggjan túr, helst seinast í vikuni.

Nakrir trolarar eru á Flemish Cap, og nøkur línuskip eru annaðhvørt komin yvir, ella eru á veg yvir til Ný Fundlands. Kvotan á Flamish Cap í ár er góð 3.200 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375