Avstralskur trúboðari handtikin í Norðurkorea

Avstralskur trúboðari handtikin í Norðurkorea
Ein 75 ára gamal avstralskur trúboðari er handtikin í Norðurkorea. Trúboðarin, John Short, skal hava býtt átrúnaðarligt tilfar út í landinum.
Ein avstralskur trúboðari er handtikin og settur í fongsul í Norðurkorea.
 
19.02.2014 - 11:09

Kona trúboðaran, Karen Short, sigur við CNN, at maður hennara verður millum annað spurdur um, hvør hann er, hvønn felagsskap hann hoyrir til, og hvør hevur umsett átrúnaðarliga tilfarið til koreanskt.

Hann kann vænta sær 15 ára fongsulsrevsing.

John Short, sum vanliga býr í Hong Kong, fór til Pyongyang leygardagin. Longu dagin eftir skal norðurkoreanska løgreglan hava avhoyrt hann á hotellinum, har hann búði. Síðan varð hann handtikin og settur í fongsul.

Familjan visti onki um handtøkuna, fyrr enn onnur í ferðaliðnum bóru tíðindini.

Av tí at Avstralia onki diplomatiskt samband hevur við Norðurkorea, tekur svenska sendistovan sær av samskiftinum við afturlatnu stjórnina.

Kelda: CNN/VG

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482