Stongdu loftrúmið yvir floghavnina í Helsinki

Stongdu loftrúmið yvir floghavnina í Helsinki
Finski forsetin sigur, at eingin beinleiðis hernaðarlig hóttan er móti Finnlandi
Loftrúmið yvir floghavnina í Helsinki var stongt, tí illgruni var um dronur. (Savnsmynd)
 
15.05.2026 - 11:39

Loftrúmið yvir floghavnina í finska høvuðsstaðnum Helsinki varð stongt í tríggjar tímar í morgun.

Orsøkin var ein fráboðan um, at dronir møguliga vóru í økinum. Sambært finsku verjuni kom ávaringin úr Ukraina. Myndugleikarnir hava tó enn einki prógv um, at dronir vóru í økinum yvir floghavnina.

Finski forsetin, Alexander Stubb, boðar fyrrapartin frá, at eingin beinleiðis hernaðarlig hóttan er móti Finnlandi.

Í fráboðanini frá forsetanum verður einki meira ítøkiligt nevnt um møguligar dronur yvir floghavnina. Men Alexander Stubb takkar tó myndugleikunum fyri at hava borið skjótt at, tá ávaringin um dronur kom.

- Okkara myndugleikar vístu í verki, at teir vóru væl fyrireikaðir, sigur Alexander Stubb.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980