Hálvt annað ára fongsul fyri ikki at hjálpa Minnu

Hálvt annað ára fongsul fyri ikki at hjálpa Minnu
Minna Michelsen úr Havn doyði, tá hon gekk seg fasta í einum mýrulendi við Nykøbing Falster í fjør
Minna Dahl Michelsen doyði, tá hon gekk seg fasta í einum mýrulendi
 
27.02.2014 - 15:55

Ein 49 ára gomul donsk kvinna er dømd 18 mánaðar fongsul fyri ikki at hava hjálpt einum menniskja í neyð, tá hon fór frá Minnu Dahl Michelsen úr Havn, sum hevði gingið seg fasta í einum mýrulendi við Nykøbing Falster í Danmark í fjør summar. Minna sakk niður í mýruna og doyði.

Kvinnan varð dømd fyri fleiri lógarbrot, men málið um Minnu Michelsen gjørdi, at rætturin í Nykøbing Falster dømdi hana 18 mánaðar fongsulsrevsing.

Noktaði seg seka

49 ára gamla kvinnan noktaði seg seka i at vera farin frá Minnu Michelsen, tá hon var í lívsvanda. 

Rætturin tók undir við próvtilfarinum um, at ákærda var farin frá Minnu Michelsen, tá hon stóð føst í mýrulendi og var í lívsvanda. Rætturin  metti eisini, at ákærda hevði møguleikan og evnini at hjálpa Minnu, men gjørdi tað ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334