Frystilínuskipið Eivind komið

Frystilínuskipið Eivind komið
Frystilínuskipið Eivind hjá partafelagnum Fossá í Sandavági kom fyrrapartin á Miðvág, har tað fekk stórfingna móttøku
Mynd: www.jn.fo  
 
01.03.2014 - 11:42
Fossá hevur hevur keypt skipið úr Noregi frá felagnum Frøyanes, sum hevur fingið stállínuskipið Venus í umbýti.
 
Varðin í Gøtu er nú partaeigari í Fossá, og tað er fyri at styrkja tað fíggjarliga grundarlagið undir felagnum, sigur Hálvdan Gudmundsen reiðari.
 
Reiðarin sigur, at um nøkur kvota verður eftir tá skipið er klárt at loysa, fer Eivind yvir á Flemich Cap. Nakrar smærri broytingar skulu gerast umborð.
 
Annars fer Eivind at fiska undir Føroyum, Íslandi og eisini at troyta tær djúpu leiðirnar.
 
Eivind er smíðaður á Solstrand skipasmiðjuni í Noregi í 1988, og er sostatt 11 ár yngri enn Venus.
 
Hetta skipið er harafturat fimm metrar longri og hálvan annan metur breiðari enn Venus, og motorarnir eru skiftir fyri kortum. Eivind lastar 270 tons. Venus lastaði 150 tons.
 
15 mans verða við Eivindi, sum kostar felagnum nakað omanfyri 20 milliónir krónur, tá klárt er at loysa.
 
Skipið hevur navn eftir Eivindi Gudmundsen, sum andaðist í fjørsummar. Hann var ein av undangongumonnunum, tá stállínuskipini komu til landið seinast í fimti og fyrst í sekstiarunum.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375