Siglingarleiðin inn á Skálafjørðin verður broytt

Siglingarleiðin inn á Skálafjørðin verður broytt
Siglingarleiðin inn á Skálafjørðin verður nú broytt, so møguleiki verður at leggja aliringar útfyri Nesi. Tí er ætlanin at ljósvinklarnir á vitanum
Siglingarleiðin inn á Skálafjøðin verður broytt, sambært Landsverki.
 
10.03.2014 - 10:15

Nú verður nýggjur vinkulviti settur upp á Strondum til at marka siglingarleiðina inn á Skálafjørðin sunnanífrá, upplýsir Landsverk. 

Sum siglingarleiðin er frá Eystnesi og fram við landi inn ímóti Skalafjørðinum, ber ikki til at fáa líkinda aliøki fram við Neslandinum. Tí hevur Landsverk kannað møguleikarnar fyri at leggja siglingarleiðina inn á Skálafjørðin longri úr landi fyri at fáa pláss fyri alivirksemi.

Stovnurin hevur ráðført seg við millum annað Søfartstyrelsen og Kongshavnar Havn. Tað verður gjørt, tí ætlanin er broyta kunngerðina um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, sum merkir, at sjóøkið millum Kaldbaksnes, Raktanga og Eystnes verður lagt afturat alifjørðinum Kollafjørður-Tangafjørður.

Síðani hevur loyvisfyrisitingin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fingið umsókn um aliøki út fyri Nesi. Aliøki kunnu við broytingini leggjast fram við Nes-landinum við hóskandi frástøðu til nýggju siglingarleiðina.

Bátar skulu kunna sigla millum land og alistøðina. Broytingin av siglingarleiðini inn á Skálafjørðin er send til hoyringar hjá viðkomandi havnamyndugleikum, kommunum, loðsbólki, Sjóvinnustýri og Vørn, upplýsir Landsverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552