Skótahálpin letur 100.000 krónur til neyðhjálp í Kolumbia

Skótahálpin letur 100.000 krónur til neyðhjálp í Kolumbia
Hetta er aðru ferð í ár, at Skótahjálpin letur úr grunninum til brádliga íkomnar neyðstøður
Fyrr í ár læt Skótahjálpin eisini 100.000 krónur til neyðhjálpararbeiðið í sambandi við jarðskjálvtarnar í Venesuela.
 
03.09.2026 - 14:20

Skótahjálpin í Føroyum letur 100.000 krónur til neyðhjálpararbeiðið í Kolumbia í sambandi við ógvisliga jarðskjálvtan, ið rakti landið herfyri.

Peningurin er latin úr grunninum hjá Skótahjálpini, ið er ætlaður brádliga íkomnum neyðstøðum.

Peningurin er latin hjálparfelagsskapinum Fundación Internacional Maranata í Bogotá, sum saman við felagsskapinum Operation Mobilization - vanliga kallaður OM - hevur yvirlit yvir, hvar og hvussu peningurin á bestan hátt kann brúkast.

Hetta er aðru ferð í ár, at Skótahjálpin letur úr grunninum til brádliga íkomnar neyðstøður. Fyrru ferð var í juli mánaði, tá ið Skótahjálpin læt 100.000 krónur til neyðhjálpararbeiðið í sambandi við jarðskjálvtarnar í Venesuela.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329