Fimm kirkjur í Keypmannahavn til sølu
Fimm kirkjur í Keypmannahavn til sølu
Fimm av seks kirkjum í Keypmannahavn, ið skulu lata aftur, eru nú til sølu. Tann dýrasta kostar 9,7 milliónir, tann bíligasta 2,9 milliónir
Fimm kirkjur í Keypmannahavn eru nú settar á sølulista. Áhugin fyri at keypa kirkjurnar er stórur, sigur meklarafyritøka
13.03.2014 - 09:44
- Vit fáa fyrispurningar hvønn dag, og vit hava ongantíð áður havt ognir til sølu, ið so stórur áhugi er fyri, sigur meklarafyritøka.
Tær fimm kirkjurnar í Keypmannahavn eru settar til sølu, eftir at ráðharrin í kirkjumálum, Marianne Jelved, í fjør avgjørdi, at seks kirkjur í Keypmannahavn skulu steingja.
Avgerðin er grundað á tilmæli frá stiftsstjórnini og biskupum, ið halda, at 14 kirkjur í Keypmannahavn áttu at verið seldar, heldur enn seks.
Skulu brúkast til kirkjulig endamál
- Áhugaðu keypararnir eru samkomur, vælgerandi felagsskapir, íleggjarar og listafólk, sigur Peter Lassen hjá meklarafyritøkuni, Colliers, ið selur tríggjar av kirkjunum.
Treytin hjá teimum, ið eru áhugað í teimum trimum kirkjunum, er, at tær skulu nýtast til endamál, ið eru í samljóð við bygningarnar og søguna hjá kirkjunum.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439