Skrásetingin fer í Skiftirættin við 230 feløgum

Skrásetingin fer í Skiftirættin við 230 feløgum
Freistin at lata Skrásetingini ársfrásøgn fyri 2025 er farin
Í gjár var eingin frásøgn fyri 2025 komin frá 230 feløgum, sigur Skrásetingin. (Savnsmynd)
 
03.09.2026 - 08:46

230 feløg hava ikki enn latið Skráseting Føroya ársfrásøgn fyri 2025.

Freistin er farin, og 15. september fer Skrásetingin at senda feløg, sum ikki hava latið inn ársfrásøgn fyri 2025, í Skiftirættin til tvingsilavtøku.

Feløg, sum hava álmanakkaárið sum roknskaparár, skulu sambært roknskaparlógini lata ársfrásøgn inn í seinasta lagi 30. juni.

Í gjár var eingin frásøgn fyri 2025 komin frá 230 feløgum, sigur Skrásetingin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334