Obama hartar íslendingar fyri stórhvalaveiði

Obama hartar íslendingar fyri stórhvalaveiði
Íslendska nebbafiskaveiðan ger, at stovnurin kemur ikki fyri seg aftur, sigur amerikanski forsetin
 
02.04.2014 - 14:53

Warning: Unknown: Unable to allocate memory for pool. in Unknown on line 0 Warning: require_once(): Unable to allocate memory for pool. in /www/kvf/index.php on line 19

Amerikanski forsetin, Barack Obama, hartar íslendingar í einum opnum brævi til amerikansku kongressina. Brævið er er lagt út á heimasíðuna hjá Hvítu húsunum í Washington. 

Tað er íslendska hvalaveiðan, sum hevur fingið amerikanska forsetanum hava fremstafingur á lofti eftir íslendingum. Barack Obama finst serliga at íslendingum fyri at veiða nebbafisk og fyri at útflyta og selja tvøst av hótta hvalinum til Japan. Íslendska hvalaveiðufelagið Hvalur hf. veiddi 125 nebbafiskar í 2009, 148 í 2010, ongar í 2011 og 2012, tá japanski marknaðurin hvarv, men aftur í 2013 veiddu íslendingar 134 nebbafiskar. 16 desember 2013 ásettu íslendsku myndugleikarnir kvotuna fyri 2014 til 154 nebbafiskar. 

Stovnurin kemur ikki fyri seg

Sambært Barack Obama ger íslendska hvalaveiðan seg inn á møguleikan hjá nebbafiski at koma fyri seg. Nebbafiskur er á CITES-listanum yvir mest hóttu djórasløgi í heiminum. Íslendska hvalaveiðan máar eisini støðið undan millumtjóða royndum at varðveita og verja stórhval, sigur Barack Obama í brævinum. 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at amerikanar leggja politiskt trýst á Ísland, í einari roynd at fáa landið at gevast at veiða og útflyta stórhval. Tað gjørdu amerikanar eisini í 2004, í 2006 og í 2011. 

Endurskoða politikkin

Sambært skrivinum hevur Barak Obama vent sær til viðkomandi myndugleikar í USA, sum hava samskifti við Ísland, um at heita á íslendingar um at umhugsa sín politikk á økinum.  Forsetin hevur eisini heitt á amerikanska uttanríkisráðið um at endurskoða allar millumtjóðaavtalur millum USA og Ísland, og hann hevur heitt á ráðharrastovur og stovnar um at endurskoða allar vitjanir til Íslands. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558