Ferðaráðið verður partafelag

Ferðaráðið verður partafelag
Skjótt verður Ferðaráð Føroya eitt alment partafelag, sum fær navnið partafelagið Visit Faroe Islands
 
03.04.2014 - 11:18

Lógaruppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, verður til fyrstu viðgerð í Løgtinginum í dag. Visit Faroe Islands skal ikki selja nakra vøru og forvinna pengar - felagið skal selja Føroyar sum ferðavinnuland.

Landsstýrismaðurin hevur fyrr sagt, at við hesum nýggju fortreytunum, sum Ferðaráðið fær, kann ferðavinnan røkka einari milliard í umsetningi í 2020.

Onnur mál á skrá eru eykajáttanarløgtingslóg fyri mars, har tað verður biðið um 1,1 millión krónur afturat til Sildberan, og løgtingslóg um at broyta lógina um rúsandi evni, so tað verður torførari at selja og taka rúsandi evni. Løgtingsfundurin byrjar klokkan hálvgum tvey.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558