Mjølnir og ÍF FM-vinnarar í flogbólti

Mjølnir og ÍF FM-vinnarar í flogbólti
Søgan endurtók seg. Mjølnir og ÍF eru aftur í ár føroyameistarar í flogbólti. Kvinnufinalan var sera spennandi.
Mynd: fbf.fo  
 
05.04.2014 - 18:57

Flogbóltskappingin hjá kvinnum endaði við einum sera undirhaldandi dysti. Mjølnir vann 3-2 á Fleyr. 

Settúrslitini: 11-25, 25-22, 25-18,24-26 og 15-13.

Hetta er fjórða árið á rað, at Mjølnir er føroyameistari í kvinnukappingini í flogbólti.

Hetta er eisini fjórða árið á rað, at Mjølnir vinnur bæði steypakappingina og FM.

ÍF-sigurin ongantíð í vanda

ÍF er føroyameistari hjá monnum annað árið á rað.

Tað var ongantíð nakar ivi um sigurin. ÍF vann greitt 3-0 við settúrslitunum: 25-15, 25-20 og 25-15.

ÍF er samstundis greipuvinnari annað árið á rað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423