Fýra fólk flutt á Landssjúkrahúsið

Fýra fólk flutt á Landssjúkrahúsið
Ein bilur kom koyrandi úr Kaldbakstunnlinum á veg norðureftir, tá hann rendi inn í bilin frammanfyri
Vegurin niðan móti tunnilsmunnanum varð stongdur eina løtu
Mynd: Kenneth Jørgensen  
 
18.04.2014 - 16:41

Løgregla, sjúkrabilar og bilar frá Tórshavnar Sløkkiliði vórðu send á staðið.

Neyðugt varð at stongja vegin niðan móti tunnilsmunnanum, Kollafjarðar megin, meðan sløkkiliðið klipti bilarnar sundur, so at fólkini í bilunum komu so trygt sum møguligt úr bilunum.

Fýra fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Enn er ikki greitt, hvussu um talan er um álvarsligan skaða, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Fremri bilurin bíðaði eftir at sleppa inn á busssteðgiplássið til vinstru. Vegurin er nú opin aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037