Snowden mælir dønum til at gera uppreistur

Snowden mælir dønum til at gera uppreistur
Amerikanski varskógvarin Edward Snowden, sum hevur fyribils friðskjól í Russlandi, blandar seg nú í kjakið í Danmark um hópskráseting og avlurting
 
05.05.2014 - 12:22

Í kjalarvørrinum á gøluni um, at Se og Hør í áravís skal hava goldið fyri,- og brúkt, ólógliga innheintaðar upplýsingar um penganýtslu hjá kendum danskarum, mælir Edward Snowden nú dønum til at gera uppreistur móti yvirumsjón og eftirliti. Tað ger hann í einum brævi til Berlingske Tidende.

Danir skulu brúka kjakið um Se og Hør-gøluna til at steðga hópskrásetingum hjá fyritøkum og myndugleikum, er boðskapurin hjá Edward Snowden. Hann biður danir spyrja fólkatingslimir um, hvørt teir stuðla borgarunum ella njósnarum í hesum málinum.

Edward Snowden sigur, at góðu tíðindini eru, at Fólkatingið hevur heimild til at gera nakað við trupulleikan, og at altjóða stuðulin til at steðga hópskráseting og hópavlurting ongantíð hevur verið størri enn nú.

Fyrrverandi amerikanski fregnartænastumaðurin lak sjálvur á vári í fjør upplýsingar um eftirlitsvirksemið hjá amerikansku fregnartænastuni, NSA. Síðani tá hevur Edward Snowden fingið friðskjól í Moskva.

Í brævi sínum til Berlingske Tidende leggur hann áherðslu á, at tey kendu og kongaligu hava verið fyri somu "ógrundaðu yvirumsjón sum vanligir borgarar hvønn dag eru". 

Nikolaj Villumsen frá Eindarlistanum sigur við Ritzau, at Edward Snowden hevur rætt í, at tað ikki bara er ein gøla, tá yvirumsjón og eftirlit rakar tey kendu og kongaligu. Hetta er ein generellur trupulleiki við dátutrygd. Talan er um tvey ymisk mál, men í báðum førum er talan um yvirumsjón, sigur hann við Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776