Torkil Weyhe gott úrslit í Danmark

Torkil Weyhe gott úrslit í Danmark
Torkil Weyhe hevur longu vunnið sær fleiri stig í sterkastu súkklukappingini í Danmark
 
06.05.2014 - 10:53

Eitt nýtt súkkluár er byrjað og farna vikuskiftið var Torkil Weyhe aftur í kapping.

Súkklað varð í Varde. 57 mans stillaðu upp til start í Landavegsúkkling, sum er 144 kilometrar.

Tá bert 20 km vóru eftir, royndi Torkil saman við fýra øðrum at sleppa frá útbrótarunum. 

Tað eydnaðist ikki, og tá avtornaði bleiv tað til eitt 4. pláss til Torkil, sum verður mett at vera eitt sera gott úrslit.

Torkil Weyhe súkklar í bólki A, sum er sterkasti bólkurin í Danmark.

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360