Bar við grótkast í Hesti - nú er kostnaðurin komin

Bar við grótkast í Hesti - nú er kostnaðurin komin
Tað fer at kosta Strandfaraskipum landsins eina millión og 650.000 krónur, at Teistin bar við grótkastið í Hesti skírisdag
Eina millión og 650.000 krónur. Tað fer tað at kosta Strandferðsluni, at Teistin bar við grótkastið í Hesti um páskirnar
Mynd: KvF

09.05.2014 - 14:52

Lagt var ikki nóg mikið upp fyri vindi og ráki, tá Teistin skuldi inn í havnina í Hesti skírismorgun. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, í svari til Páll á Reynatúgvu, løgtingsmann.

Kostnaðurin fyri umvælingina er fyri sjálvsábyrgd, sum er 500.000 kr., leiguskip og eftirlit. Strandferðslan hevur ikki biðið um sjófrágreiðing um óhappið hjá Teistanum.

Johan Dahl sigur, at innanhýsis frágreiðing er gjørd, og klassin, tryggingin og myndugleikarnir hava fingið avrit av henni. Sjóvinnustýrið hevur eisini fingið frágreiðingina.

Harður streymur tá óhappið hendi

Sambært svarinum hjá Johan Dahl var harður streymur hendan morgunin, Teistin skuldi inn í havnina í Hesti, og 18 m/s av útnyrðingi. Rák og vindur lógu í somu ætt. Veðrið var annars gott.

Í tílíkum umstøðum er neyðugt at leggja nógv upp fyri, fyri at mótvirka bæði vindi og ráki, tá farið verður inn um munnan í havnarlagnum í Hesti, tí hekkan á skipinum kann verða trýst, eftir at framskipið er farið úr rákinum á deyðavatn.

Í hesum førinum, skírismorgun, má tíverri sigast, at ikki varð lagt nóg mikið uppfyri, stendur í svarinum hjá Johan Dahl. Tað fer at taka átta vikur at umvæla Teistan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514