Markaforðingar í ríkisfelagskapinum strikaðar

Markaforðingar í ríkisfelagskapinum strikaðar
Fólkatingið hevur einmælt samtykt uppskot frá norðuratlantisku fólkatingsumboðunum
 
13.05.2014 - 14:14

Í dag samtykti Fólkatingið einmælt eitt uppskot til samtyktar frá fólkatingslimunum úr Føroyum og Grønlandi, um at beina allar markaforðingar í ríkisfelagskapinum av vegnum.

- Hetta er fyrstu ferð, at norðuratlantiskir fólkatingslimir í felag hava sett uppskot fram, og fakfólk siga fyri mær her í húsinum, at hetta man vera fyrstu ferð, at Fólkatingið hevur samtykt eitt uppskot, sum ikki kemur frá stjórnini ella samgonguni sjálvari, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.

Nú, Fólkatingið hevur álagt stjórnini tað, byrjar arbeiðið við at burturbeina smáar og stórar forðingar fyri, at persónar, fyritøkur og felagsskapir frítt kunnu flyta seg og virka tvørtur um landamørkini í Ríkisfelagsskapinum, sigur Edmund Joensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970