Eingin umsókn um at byggja kirkju

Eingin umsókn um at byggja kirkju
Arbeitt verður við lógaruppskoti um bygningar fólkakirkjunnar
 
14.05.2014 - 09:01

Mentamálaráðið hevur onga umsókn um loyvi at byggja kirkju.

Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, í svari til Rodmund Nielsen, løgtingsmann.

Rodmundur Nielsen spurdi, nær Mentamálaráðið fer at geva kirkjuráðum, sum ætla at byggja nýggja kirkju, loyvi at byggja.

Bjørn Kalsø svarar, at eingin kirkjusókn bíðar eftir svari ella ávegissvari úr Mentamálaráðnum um loyvi at byggja kirkju.

Enn er eingin føroysk lóg um bygningar fólkakirkjunnar, men arbeitt verður við lógaruppskotinum.

Tað ber tó til at fáa loyvi at byggja eftir galdandi lóggávu, sigur landsstýrismaðurin.

Mannagongdin er tann, at tá biskupur, Prósta-dømisráðið og Stiftsstjórnin mæla til, at kirkjusókn fær loyvi at fyrireika nýggja kirkju, fær sóknin fyrst loyvi at savna inn pening til endamálið.

Seinni fær hon loyvi at gera aðrar fyrireikingar, sum ikki kosta so nógv.

Tá kirkjusóknin eigur í minsta lagi ein triðing av byggikostnaðinum, kann hon í stigum fáa loyvi at fara undir veruligu fyrireikingarnar til byggingina.

Tá líkt er til, at byggiætlanin fer at halda, fær kirkjusóknin loyvi at byggja, um innankirkjuligu myndugleikarnir geva landsstýrismanninum sítt viðmæli.

Fult samsvar er tó ikki millum føroysku lógina um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar og donsku løgskipanina um folkekirkens kirkebygninger.

Men tað ber kortini til at fáa loyvi at byggja kirkjur, sigur Bjørn Kalsø í svarinum til Rodmund Nielsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203