Norska grundlógin 200 ár

Norska grundlógin 200 ár
Hetta verður hátíðarhildið við serligum 17. mai-dagshaldi í Norðurlandahúsnum í Havn, sum byrjar klokkan tvey seinnapartin.
 
17.05.2014 - 10:02

Kaj Leo Holm Johannessen, løgmaður, heldur setanarrøðuna og millum teirra, ið fara at bera fram heilsanir, er norski konsulin í Føroyum, Peter Even Djurhuus. Harumframt verða tveir fyrilestrar á skránni fyri hendan serliga norska tjóðardagin í Norðurlandahúsinum. 

Hans Andrias Sølvará, lektari á Fróðskaparsetrinum, heldur ein søguligan fyrilestur, sum tekur útgangsstøði í friðaravtaluni, ið var undirskrivað í Kiel í januar 1814.

Hin fyrilesturin verður við Vár í Ólavstovu, adjunkti, sum fer at greiða frá um norskar bókmentir og rithøvundar um tað mundið, tá norska grundlógin varð skrivað.

Í Noregi er sum vera man veitslurómur í dag, men tað snýr seg ikki bara um veitslu. Søgufrøðingurin Rasmus Glenthøj, sum hevur skrivað bókina "Skilsmissen - Dansk og norsk identitet før og efter 1814", sigur at tjóðardagurin snýr seg um at skilmarka eina avgerandi politiska hending.

- 1814 er endurføðingin av Noregi sum sjálvstøðug tjóð. 1814 er rætt og slætt ár null, og um nøkur hending kann endurskapa tað, so er tað 17. mai. Grundlógin bleiv súmbol uppá tað sjálvstøðuga Noregi, sigur søgufrøðingurin við Berlingske Tidende.
Í 1814 noyddist Danmark at sleppa Noregi eftir 434 ára felagsskap. Fullveldið vardi tó bert í fáar mánaðir, og eftir eitt stutt kríggj, mátti Noreg gera samveldi við Svøríki, sum helt fram til 1905. Í hesum tíðarskeiðinum royndi svenski kongurin fleiri ferðir at máa undan norsku grundlógini, men norðmenn vardu sína nýggju stjórnarlóg. 

- Her stóð norska grundlógin sum garantur fyri norskum sjálvstýri í samveldinum, sigur Rasmus Glenthøj, nú grundlógin fyllir 200 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167