Teistin aftur í sigling í hesi vikuni

Teistin aftur í sigling í hesi vikuni
Asimutturin er umvældur uttanlands, og hann kom við Norrønu í morgun
Tá asmutturin er fingin í land, verður hann settur í Teistin á skipasmiðjuni í Havn
 
02.06.2014 - 07:56

Asimutturin á Teistanum er við Norrønu, sum kom á Havnina í morgun, og ætlanin er, at Teistin skal aftur í sigling um Skopunarfjørð seinast í hesi vikuni. 

Tað var skírismorgun, at Teistin bar við land, tá hann skuldi inn í havnina í Hesti.

Onnur skip sigla

Síðani  hevur Teistin ligið, Ternan hevur siglt um skopunarfjørð, og Jósup og Silja Star hava røkt nólsoyarleiðina. Sam hevur tveir dagar um vikuna flutt farm úr Havn til Nólsoyar.

Nú er so líkt til, at Teistin aftur fer í sigling.

At byrja við ljóðaði, at Teistin ikki fór at sigla aftur fyrr enn hálvan juli. Men Strandferðslan gjørdi av at senda asimuttin á Teistanum til umvælingar. Fyrst fór hann til Danmarkar, men har fingu teir einki gjørt við hann, og tí var asimutturin sendur á verksmiðju í Finnlandi, har hann er umvældur.

Jóhan Petur Abrahamsen, inspektørur hjá Strandferðsluni, sigur, at avgerðin um at umvæla asimuttin var skjótasta loysnin. Skuldi Strandferðslan bíðað eftir einum nýggjum asimutti,  tók tað 10 mánaðir. So skjótt sum asimutturin er komin í land, verður farið undir at umvæla Teistan á skipasmiðjuni hjá MEST í Havn.

Fríggjakvøldið ella hvítusunnuaftan

Í morgin kemur eitt umboð fyri verksmiðjuna hjá Rolls Royce, sum skal standa fyri arbeiðinum.

Gongst sum ætlað, verður Teistin klárur at sigla aftur fríggjakvøldið ella hvítusunnuaftan, sigur Jóhan Petur Abrahamsen inspektørur hjá Strandferðsluni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086