Seks av fimtan sleppa av Psykiatriska deplinum

Seks av fimtan sleppa av Psykiatriska deplinum
Summi av teimum, sum búgva á Psykiatriska deplinum, eru ikki egnað at búgva í nýggja sambýlinum eystan Heyg í Havn
Savnsmynd
 
07.06.2014 - 09:42

Øll, sum hava fastan bústað á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, sleppa ikki aðrastaðni at búgva í hesum umfarinum.

Hermann Mortensen, deildarleiðari í Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum, sum umboðar Almannaverkið í visitasjónsnevndini, sigur við Sosialin, at ein orsøk til, at ikki øll, sum búgva á Psykiatriska deplinum hava fingið boðið pláss í nýggja sambýlinum eystan Heyg í Havn, er, at tey eru ov gomul og ikki egnað at búgva í íbúðunum.

- Íbúðirnar krevja, at tú er rættiliga sjálvbjargin, og tí eru tær ikki egnaðar til eldri fólk, sigur Hermann Mortensen við Sosialin.

Seks av teimum 15 fólkunum, sum búgva á Psykiatriska deplinum, hava fingið tilboð um pláss í sambýlinum Eystan Heyg. 

Annika Olsen, landsstýriskvinna, sigur við Sosialin, at avgerðin um, hvussu íbúðirnar í sambýlinum skuldu innrættast, varð tikin, áðrenn hon gjørdist landsstýriskvinna í almannamálum. 

Annika Olsen sigur, at tað er ikki nøktandi, at búfólkini á Psykiatriska deplinum verða verandi har, men enn er ov tíðliga at siga, hvør loysnin verður, sigur Annika Olsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035