Embætisfólk greina evropeiska fíggjareftirlitið

Embætisfólk greina evropeiska fíggjareftirlitið
Verður Danmark partur av eftirlitinum, má ein loysn finnast fyri føroysku og grønlendsku bankarnar
Frá tíðindafundinum eftir ríkisfundin í Tinganesi fyrrapartin
Mynd: KvF  
 
18.06.2014 - 15:52

Ein bólkur við embætisfólkum úr Føroyum, Danmark og Grønlandi skal greina og viðgera fyrimunirnar og vansarnar við at vera partur av felags europeiska fíggjareftirlitinum, sum ætlanin er at skipa.

Tað var ein av niðurstøðunum á ríkisfundinum fyrrapartin millum løgmann, danska forsætisráðharran og grønlendska landsstýrisformannin.

Gerst Danmark partur av felags evropeiska fíggjareftirlitinum, er tað týdningarmikið fyri bæði Føroyar og Grønland at finna eina loysn á eftirlitinum av føroysku og grønlendsku bankunum.

Ikki rinda fyri tvey eftirlit

Margrethe Vestager, búskapar- og innanríkisráðharri, segði herfyri, at donsku bankarnir skulu ikki rinda fyri tvey eftirlit. Tí miðar hon eftir, at danska Fíggjareftiflitið heldur fram við sínum virksemi, og skal so leggja úrslitið fyri felags evropeiska fíggjareftirlitið til góðkenningar.

Felags evropeiska fíggjareftirlitið verður mett at kosta tvær milliardir kr. um árið.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101