Rýmdi frá Minnu - fær nú linari revsing

Rýmdi frá Minnu - fær nú linari revsing
49 ára gamla kvinnan varð dømd at sita í hálvt annað ár, men nú hevur landsrætturin lækkað revsingina niður í eitt ár
 
19.06.2014 - 10:20

Eystari landsrættur hevur linkað revsingina, sum ein 49 ára gomul donsk kvinna fekk í fjør, fyri at rýma frá Minnu Dahl Michelsen, sum sat føst í mýrulendi.

Rætturin í Nykøbing Falster dømdi kvinnuna at sita í hálvt annað ár, men Eystari landsrættur hevur lækkað revsingina niður í eitt ár, skrivar TV2 Øst á síni heimasíðu.

Kom ikki aftur

Tað var í juli í fjør, at 49 ára gamla kvinnan beyð Minnu Dahl Michelsen heim til sín í Fuglasang á Lollandi. Tær fóru ein umveg, sum var skjótari. Har var kyksendi, og Minna Dahl Michelsen bleiv føst. 49 ára gamla kvinnan skuldi fara eftir hjálp, men hon kom ongantíð aftur, tí hon hitti fólk á vegnum.

Tá Minna Dahl Michelsen ikki kom aftur til bústaðin til ásetta tíð, varð farið at leita, men uttan úrslit.

Funnin deyð

Fimm dagar seinni, eftir at løgreglan hevði tosað við 49 ára gomlu kvinnuna, varð Minna Dahl Michelsen funnin deyð. Kvinnan varð ákærd fyri at verða rýmd frá fólki í neyð, og varð dømd at sita í hálvt annað ár.

Eystari landsrættur gjørdi av at lækka revsingina úr hálvum øðrum ári, niður í eitt ár, skrivar TV2 Øst.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858