- Tíðindi, mentan og ítróttur
Filmslið úr Suðurkorea ger film um Føroyar
Filmslið úr Suðurkorea ger film um Føroyar
Í filminum verður serligur dentur lagdur á tjóðarítróttina, kappróður.

22.06.2014 - 16:27
Eitt filmslið úr Suðurkorea er í Føroyum í hesum døgum og ger ein film um Føroyar og føroyingar
Teir fimm menninir úr suðurkoreanska filmsliðnum gera millum annað upptøkur við einum drona, ið er eitt fjarstýrt tól við myndatóli á, so møguleiki er at taka upp frá øllum vinklum.
Filmsliðið hevur verið og gjørt upptøkur við dronanum í føroysku bjørgunum. Í gjár var flogið við dronanum oman fyri kappróðrarbátarnar, sum kappaðust á Eystanstevnu.
Ein slíkur droni kostar 30 túsund dollarar. Tað er áleið 165 túsund krónur í føroyskum pengum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV





















