Freistin at søkja um ferðastuðul nærkast

Freistin at søkja um ferðastuðul nærkast
Um tríggjar dagar, 9. juli, er seinasta freist at søkja um ferðastuðul fyri fyrra hálvár
Stuðulin verður veittur fyri ferðing á landi og sjóvegis, millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum
 
06.07.2014 - 10:01

Verða umsóknir latnar inn til Taks fyri 9. juli, altso nú mikudagin, er peningurin á kontu 19. august.

Ferðastuðul verður veittur fyri ferðing, bæði á landi og sjóvegis, millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum. Søkjast kann um ferðastuðul fyri teir arbeiðsdagar, umsøkjarin hevur ferðast millum bústað og arbeiðsstað.

Ferðastuðul verður veittur fyri í mesta lagi 220 dagar árliga, fyri hvønn arbeiðsgevara.

Hvør fær ferðastuðul?

Fyri at fáa ferðastuðul skal ein vera fult skattskyldug í Føroyum

• vera búsitandi í Føroyum

• hava lønarinntøku, herundir fiski- og útróðrarpart

• hava útreiðslur í sambandi við ferðing millum bústað og arbeiðsstað

• hava eina fjarstøðu millum bústað og arbeiðsstað, ið er longri enn 20 km, fram og aftur.

Kunning og umsóknarbløð til ferðastuðul Taks.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497