Byggifelag meldað fyri óhapp

Byggifelag meldað fyri óhapp
Arbeiðseftirlitið biður fútan geva Búsetri 20.000 kr.i bót
Fútin skal nú avgera, um byggifelagið Búsetur skal hava bót fyri ikki at tryggja fólkið nóg væl móti óhappum
 
08.07.2014 - 11:12

Arbeiðseftirlitið hevur biðið fútan geva byggifelagnum Búsetri bót fyri at bróta kunngerðina um trygd á arbeiðsplássum. 

Ein 31 ára gamal timburmaður hjá Búsetri fekk stóran skaða, tá hann fór gjøgnum eitt op í einari tekju tann 28.mars í ár. 

Trygdin á arbeiðsplássinum var ikki í lagi, er niðurstøðan hjá Arbeiðseftirlitinum.

Seinast, eitt slíkt mál varð sent fútanum, var fyri 13 árum síðani. Tá var bótin 20.000 kr. Arbeiðseftirlitið mælir til, at bótin, sum Búsetur skal fáa, eisini verður 20.000 kr.

Búsetur fekk ætlanina hjá Arbeiðseftirlitinum um at melda felagið til hoyringar.

Felagið svaraði, at tað hevur ikki brotið lóggávuna um arbeiðsumhvørvi.

Búsetur heitti, umvegis advokat, á Arbeiðseftirlitið um at umhugsa sína niðurstøðu av nýggjum.

Men Arbeiðseftirlitið broytti ikki støðu og hevur nú meldað Búsetur til fútan.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342