Russar ætla at keypa meiri úr Føroyum

Russar ætla at keypa meiri úr Føroyum
Nú Noreg verður rakt av innflutningsbanni, eru møguleikar at keypa meiri sild úr Føroyum, siga russiskir innflytarar
 
11.08.2014 - 11:56

Innflutningsbannið kemur russisku innflytarunum dátt við, og teir eru nú farnir at kanna, hvaðani teir kunnu fáa vørur, sum vanliga verða innfluttar úr USA, ES og Noregi, skrivar IntraFish.

Sambært landbúnaðarmálaráðnum innflytir Russland umleið 460.000 tons av fiskavørum úr londum, sum nú verða rakt av innflutningsbanninum. Tað svarar til góð 13 prosent av tí, sum russar eta av fiski og fiskaúrdráttum. Noreg útflytir millum 300.000 og 350.000 tons av fiskavørum til Russlands um árið, meginparturin er sild, laksur og síl. 

Drúgv tíð at finna marknaðir

Sergei Gudkov, forstjóri í fyritøkuni Fish Union, sum umboðar innflytarar og matvøruvirki í Russlandi, sigur við Intrafish, at tað fer at taka drúgva tíð at fáa vørur frá øðrum innflytarum. Hann sigur, at tað ber til at keypa sild úr Føroyum, nú Noreg verður boykottað, og møguleikar eru eisini at økja laksaalingina í Russlandi. Men tað verður torført at innflyta surimi, sum verður gjørt úr upsa, sigur hann.

Sergei Dankvert, stjóri í russiska matvørueftirlitinum, hevur havt fundir við sendiharrar í suðuramerikanskum londum, og teirra góvu lyfti um, at Russland kann keypa meiri frá teimum. M.a. hevur Kili játtað at tví- ella trífalda útflutningin av fiskavørum til Russlands, og útflutningurin av  skeljadýrum verður eisini fleirfaldaður.

Í fjør útflutti Kili 53.000 tons av fiskavørum til Russlands, og útflutningurin av skeljadýrum veksur úr 3.000 tonsum upp í 15.000-20.000 tons. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847