966 nýggir persónbilar í ár

966 nýggir persónbilar í ár
97 fleiri persónbilar vórðu skrásettir fyrstu sjey mánaðirnar í ár enn somu tíð í fjør
 
18.08.2014 - 13:51

Akstovan skrásetti 154 akfør fleiri fyrstu sjey mánaðirnar enn somu tíð í fjør.

Frá januar til juli vórðu skrásett tilsamans 1281 akfør samanborið við 1127 somu tíð í fjør. Vøksturin er 13,7 prosent. 

Fyrstu sjey mánaðirnar vórðu skrásettir 966 nýggir persónbilar, tað eru 97 fleiri enn somu tíð í fjør. Vøksturin er góð 11 prosent. 

135 vørubilar eru skrásettir í ár, og tað eru 25 fleiri enn somu tíð í fjør. 

Áhugin fyri prutlum er eisini vaksin. Í ár eru skrásett 55 nýggj prutl, og tað eru 29 fleiri enn fyrstu sjey mánaðirnar í fjør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985