ES-tiltøk úr gildi - bíða enn eftir Russlandi

ES-tiltøk úr gildi - bíða enn eftir Russlandi
Skrivliga váttanin, sum russar hava lovað føroyingum, er framvegis ikki komin
Gunnar Holm Jacobsen, deildarstjóri á Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni, bíðar framvegis eftir skrivligari váttan úr Russlandi
 
20.08.2014 - 13:20

ES-stongsilin móti Føroyum, sum hevur vart í eitt ár, fer úr gildi í dag. 

Fiskivinnukommisserurin hjá ES, Maria Damanaki, kunngjørdi mánadagin, at ES ógildar tiltøkini í dag, 20. august.

Samstundis sum ES-tiltøkini fara úr gildi, bíða føroyskir myndugleikar framvegis eftir skrivligu váttanini úr Russland, sum skal staðfesta, at Føroyar ikki eru fevndar av innflutningsbanninum har. 

Gunnar Holm Jacobsen, deildarstjóri á uttanríkistænastuni í Tinganesi, fekk longu í farnu viku munnliga váttan um, at bannið fevnir ikki um Føroyar. 

Men skrivliga váttanin, sum russar hava lovað føroyingum, er framvegis ikki komin, sigur Gunnar Holm Jacobsen í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870