Føroyski marknaðurin í Bretlandi kann minka

Føroyski marknaðurin í Bretlandi kann minka
Nú bretar ikki sleppa at selja til Russlands, verður farið undir átak at fáa teir at eta makrel, sum er virkaður í Bretlandi
Makrelurin, sum ikki kann seljast í Bretlandi, skal seljast og etast í Bretlandi
 
21.08.2014 - 10:14

Nú Føroyar aftur sleppa at selja makrel og sild í ES, verður Bretland møguliga ikki tann stóri marknaðurin. Tí Seafish, bretska fiskivinnuráðið, fyrireikar eitt stórt marknaðarátak fyri at fáa bretar at eta makrel - bretskan makrel.

Orsøkin er, at bretar sleppa ikki at selja makrel til Russlands. Tí ætlar Seafish, at makrelurin, sum annars hevði farið til Russlands, skal seljast og etast í Bretlandi. Og tí skulu bretar sannførast væl og virðiliga um, at makrelur er góður og sera heilsugóður matur. Millum annað verða uppskriftir við makreli almannakunngjørdar.  

Samstundis ætla bretar kortini eisini at royna at sleppa av við makrel í landssyningspartinum av Asia.   

Bretland útflutti makrel fyri 160 mió. kr. um árið til Russlands.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858