- Tíðindi, mentan og ítróttur
Djúpvatnsbumba frá krígsárunum skal spreingjast í Viðvík

Ein djúpvatnsbumba hevur ligið í Viðvík í yvir 80 ár, men í dag skal hon spreingjast.
Eftir ætlan skuldi ein djúpvatnsbumba spreingjast um eitt-tíðina nú seinnapartin, men vánaligt telefonsamband er á leiðini, so enn vita vit ikki, um bumban er sprongd.
Fólk, sum eru kend í Viðvík, hava eisini boðað frá, at eitt skriðulop hevur verið í økinum í vikuni.
Tí mugu fólkini frá Arktisk Kommando fyrst tryggja sær, at bumban ikki liggur undir mold, eyri og gróti.
Tað sigur Bárður Sandá, ovasti í Arktisk Kommando í Føroyum.
Harumframt skal ein annar lutur kannast, sum eisini kann innihalda spreingievni.
Átta fólk doyðu í flogvanlukkuni
Tað var langafríggjadag, 23. apríl 1943, at eitt bretskt Catalina-flogfar datt niður í Viðvík.
Í bókini Stríðsárini greiðir Niels Juel Arge frá, at Søren Sørensen av Viðareiði var í haganum hendan dagin og hugdi eftir seyði, tá hann hoyrdi eitt buldur, og sá flogfarið renna á eina rók.
Hann boðaði frá vanlukkuni, og menn fóru at leita eftir fólkunum umborð.
Men eingin slapp livandi frá vanlukkuni. Átta fólk lótu lív.
Hoyr innslag her:




























