Innfluttu fyri 12 milliardir - útfluttu fyri 14,5 milliardir

Innfluttu fyri 12 milliardir - útfluttu fyri 14,5 milliardir
Innflutningurin frá september í fjør til august í ár vaks 1,3 milliardir krónur, og útflutningurin vaks 1,4 millardir
Fiskavøruútflutningurin vaks slakar 1,6 milliardir krónur frá september í fjør til august í ár.
Mynd: Hagstovan  
 
19.10.2026 - 08:32

Føroyar innfluttu fyri næstan 12 milliardir krónur frá september í fjør til august í ár.

Tað eru slakar 1,3 milliardir krónur meira enn frá september í 2024 til august í 2025.

Men útflutningurin er størri.

Hann var góðar 14,5 milliardir krónur frá september í fjør til august í ár.

Vøksturin er 1,4 milliardir krónur, skrivar Hagstovan.

 

Dýrari olja sæst aftur

Innflutningurin úr ES vaks næstan 220 milliónir krónur. 

Oljuúrdráttir kostaðu 148 milliónum krónur meira og akfør 107 milliónur krónur meira.

Fiskavøruútflutningurin vaks slakar 1,6 milliardir krónur.

Útflutningsvirðið hjá flestu fiskavørunum, uttan á makreli og fiskamjøli, vaks.

Serliga til Kina er útflutningurin vaksin sera nógv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952