Russar svangir eftir føroyskum fiskavørum

Russar svangir eftir føroyskum fiskavørum
Telefonirnar gløða hjá føroyskum fiskakeyparum, nú tað frættist, at Russland boykottar ikki Føroyar
Russar vilja hava laks og annan fisk úr Føroyum, nú onnur lond, sum selja fisk, ikki sleppa at selja til Russlands
 
21.08.2014 - 09:02

Russiskir fiskakeyparar í hópatali eru á veg til Føroya, ella eru teir longu í Føroyum fyri at keypa laks og annan fisk, nú onnur lond, sum selja fisk, ikki sleppa at selja til Russlands.

Tað skrivar heimasíðan Undercurrent News.

Føroyskir fiskaseljarar siga við Undercurrent News, at telefonirnar hjá teimum fóru at gløða, so skjótt, sum tað frættist, at Russland boykottar ikki Føroyar. Og teir fáa eisini teldupostar í hópatali úr Russlandi. 

Vilja hava laks

Sambært Undercurrent News vilja russarar serliga hava laks úr Føroyum, og tað skilst, at russiskir innflytarar vilja hava allan tann laks, teir yvirhøvur kunnu fáa úr Føroyum. Og prísurin fer eisini upp, tí eftirspurningurin er størri enn útboðið.  

Harafturat skriva Undercurrent News, at Russland eisini vil keypa makrel og ikki minst sild úr Føroyum og Íslandi, nú Noreg er boykottað.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846