Fleiri súkklarar á nýggja Team Rynkeby-liðið

Fleiri súkklarar á nýggja Team Rynkeby-liðið
Tá Team Rynkeby Føroyar súkklar úr Føroyum til París í Fraklandi næsta summar, verða fleiri fólk á liðnum enn í ár, siga fyriskipararnir
15 fleiri súkklarar verða á Team Rynkeby Føroyar liðnum samanborið við í ár, tá liðið súkklar úr Føroyum til París næsta summar
Mynd: Bjarni Jakobsen

09.09.2014 - 19:10

50 súkklarar verða á liðnum, tá føroyski súkkluhópurin fer úr Føroyum næsta summar. Tað er greitt, nú stýrisbólkurin fyri liðið hevur gjøgnumgingið umsóknirnar í ár.

Sostatt verða 15 fleiri súkklarar á liðnum komandi ár, samanborið við í ár, tá 35 fólk súkklaðu úr Klaksvík til París í Fraklandi.

SÍ EISINI Nú skal nýtt Team Rynkeby-lið mannast

157 fólk søktu um at sleppa á súkkluliðið hjá Team Rynkeby Føroyar 2015, boða fyriskipararnir frá á Facebook-síðuni hjá felagsskapinum.

Endamálið hjá Team Rynkeby er at savna inn pening til krabbameinsrakt børn og familjur teirra. Í 2013 savnaði Team Rynkeby 23 milliónir krónur inn til endamálið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193457
Týsdag 17. juni
Veðrið
193424
Mánadag 16. juni
3-2 (16. september 2025)
193379