Obama ætlar at týna IS-felagsskapin

Obama ætlar at týna IS-felagsskapin
Amerikansk herfólk verða tó ikki send til Irak, men USA fer at hjálpa deildum, sum stríðast móti IS, sigur amerikanski forsetin
 
11.09.2014 - 09:21

Amerikanski forsetin, Barack Obama, lovaði í sjónvarpsrøðu til amerikanska fólkið í nátt, at hann fer at týna felagsskapin Islamskur Statur, - stytt IS. 

Men ongar amerikanskar stríðsdeildir verða sendar í økið, hinvegin skal USA hjálpa lokalum deildum, sum stríðast móti IS, í luftálopum, hernaðarligari venjing og fíggjarliga.

Obama vísti á fýra stig í nýggju ætlanini at basa IS.

Í fyrsta lagi halda amerikonsku luftálopini í Irak fram, men hesi álop kunnu verða víðkað til eisini at fevna um grannalandið Sýria. 

Himprast ikki við at leypa á

- Eg himprist ikki við at leypa á IS í Sýrialandi og í Irak. Tað er eitt kjarnumál fyri meg sum forseti: At hóttir tú USA, kanst tú ongantíð finna trygga havn, segði Obama í røðuni.

Í øðrum lagi fer USA at økja um hjálpina til lokalu deildirnar, sum vilja niðurberja IS.

Triðja mál er at raka IS fíggjarliga, og at forða IS í at útvega sær nýggj uppreistrarfólk í millum annað vesturheiminum.

Og sum fjórða mál fer USA at hækka humanitera stuðulin til IS-offur og flóttafólk í økinum.

Obama hevur verið undir trýsti - serliga hava republikanskir politikarar kravt, at USA er hvassari í stríðnum at steðga menningini av IS, og eisini hava floksfelagar hjá Obama, - øvugt, stúrt fyri at tveita landið út aftur í nýtt kríggj, sum ongan endadato hevur.

- Megin hjá USA kann gera avgerandi mun, men vit kunnu ikki gera arbeiðið fyri irakar, segði Obama, og mælti til tolsemi.

- Hetta fer at taka tíð at taka burtur ein krabbameinsvull, sum IS.

IS hóttir USA

- Hóast vit enn ikki hava avdúkað ítøkiligar ætlanir um yvirgangsatsóknir móti USA, hava IS-leiðarar hótt USA og okkara sameindu. Fregnartænastan hjá okkum heldur, at túsudtals útlendingar, millum annað evropearar og nakrir amerikanarar, eru farnir í part við IS í Sýria og Irak. Hesir servandu krígsmenn kunnu venda aftur til heimlandið, og fremja deyðiligar yvirgangsatsóknir har, segði Obama.

Meiningakanningar í USA hava víst, at um 70 prosent av amerikanarum taka undir við, at USA fremur luftálop í Irak, og nakað minni stuðla loftálopum á IS í Sýrialandi. 

Samstundis vísa meiningakanningar undan ávegisvalinum í USA, at undirtøkan fyri Obama millum amerikanska fólkið er lítil.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. januar
Skratsj 28. januar 2026
203398
Mikudag 28. januar
Dansival: Gyltabók
203396
Mikudag 28. januar
Mono - Hjalte Bachmann (4:4)
203391
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379