Dart: Kasta um evropameistaraheitini í Føroyum í 2026

Dart: Kasta um evropameistaraheitini í Føroyum í 2026
Evropameistaraheitini í darti verða í Føroyum í 2026. Tá fara umleið 300 spælarar úr 40 londum at kappast í einmans- og tvímansleiki og liðkapping
Jan McIntosh hevur helst verið besti føroyski dartspælarin síðstu árini, og verður helst ein av teimum, sum skal umboða Føroyar til EM í 2026
 
27.12.2024 - 15:16

EM í darti verður í Føroyum í 2026.

Tað hava evropeisku londini í World Darts Dederation gjørt av í atkvøðugreiðslu sunnudagin, skrivar Dartsamband Føroya.

Roknast kann við, at umleið 300 spælarar úr á leið 40 londum fara at kasta um evropameistaraheitini í stóru altjóða kappingini, sum verður við Tjarnir.

EM í darti er fyri landslið, og liðini eru mannað av fýra monnum og fýra kvinnum, sum spæla dystir í fýra dagar. Liðini kappast í trimum greinum hjá hvørjum kyni: einmansleiki, tvímansleiki og liðkapping.

Høvi verður hjá øllum dartáhugaðum føroyingum at síggja dart á hægsta stigi, tá finaludagurin verður skipaður sum eitt stórt alment tiltak.

WDF Europe Cup, sum er almenna heitið á kappingini, verður í Føroyum í døgunum 29. september til 3. oktober 2026.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Leygardag 4. apríl
Morgunlestur leygardagur 4.apríl 2026
205933
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563