Ætla at flúgva til Kanarisku Oyggjarnar í vetur

Ætla at flúgva til Kanarisku Oyggjarnar í vetur
Íslendska flogfelagið, Primera Air, kannar nú, um tað er fíggjarligt grundarlag at flúgva føroyingar til Suðurevropa, eitt nú Kanarisku Oyggjarnar.
 
16.09.2014 - 11:30

Í Íslandi stendur ein Boeing 7 737 við 148 setrum.

Flogfarið, sum  íslendska Primera Air eigur, verður ikki nýtt so nógv í vetur, og tí er flogfelagið, ið skipar fyri leiguferðum, áhugað í at leiga tað út til tey, ið hava áhuga fyri tí.

Í Føroyum eru nakrar ferðaskrivstovur, ið hava merkt ein vaksandi áhuga millum føroyingar at flúgva suðureftir burt frá kuldanum í Føroyum í vetur.

Og av tí at Atlantic Airways hevur boðað frá, at tað neyvan flýgur beinleiðis suðureftir í vetur, so hava tær vent sær til Primera Air at spyrja, um tað ber til at leiga flogfarið til Føroyar.
Og tað heldur Primera Air vera eitt gott hugskot.

Samstarva við ferðaskrivstovurnar

Jacob Helle er handilsligur stjóri í Primera Air. Hann vitjaði føroysku ferðaskrivstovurnar í síðstu viku.

 - Vit halda, at tað kundi verið áhugavert at samstarva við ferðaskrivstovurnar um at flúgva beinleiðis millum Vága Floghavn og floghavnir sunnanfyri, sigur stjórin, sum í næstum fer at kanna, um fíggjarligt grundarlag er fyri at leiga flogfarið til føroyingar nakrar ferðir í vetur, tá flogfarið í Íslandi ikki verður nýtt.

Kanarisku Oyggjarnar

Enn er einki avgjørt, men skuldi tað hent, at tað kann loysa seg at flúgva, so er tað ikki óhugsandi, at flogfarið í fyrstu atløgu flýgur til Kanarisku Oyggjarnar í vetur. Kanska longu í januar, sigur stjórin, ið leggur dent á, at Primera Air ikki ætlar sær at kappast beinleiðis við Atlantic Airways, men heldur vil fylla nøkur hol, ið eru í flogskránni hjá íslendska flogfarinum.

Verða leiguferðirnar til Kanarisku Oyggjarnar veruleiki, so kann væl vera, at felagið - saman við føroysku ferðaskrivstovunum - fer at hyggja at øðrum londum at flúgva um summarið, sigur Jacob Helle, handilsligur stjóri í Primera Air.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881