Trump um hóttanir: Iran verður týnt

Trump um hóttanir: Iran verður týnt
Amerikanski forsetin sigur, at hendir sær nakað, verður Iran strikað av jørðini
Donald Trump, forseti, hóttir Iran.
Mynd: Joe Raedle/AFP/Ritzau Scanpix  
 
21.01.2026 - 10:18

Iran verður "týnt av jørðini", um tað nakrantíð drepur amerikanska forsetan, sigur Donald Trump.

- Eg havi sera nágreiniligar leiðbeiningar. Um nakað hendir, so verður Iran strikað av jørðini, sigur Trump í samrøðu við News Nation, tá ið hann verður spurdur um hóttanir hjá Iran móti sær. 

Iranski generalurin Abol-fazl She-karchi segði í gjár, at Iran fer ikki at aftra seg, um landsins hægsti leiðari, Ali Khamenei, verður dripin.

- Trump veit, at um ágangshondin verður lyft móti okkara leiðara, so fara vit ikki bara at skera ta hondina av. Vit fara at seta eld á heimin hjá teimum, og har verður einki friðskjól at krúpa í í økinum, er Abol-fazl She-karchi endurgivin fyri at siga í almennum iranskum miðlum.

 

Kravgongur

Nakrar av størstu mótmælisgongunum síðani islamsku kollveltingina í 1979 hava í meira enn tvær vikur verið móti stýrinum í Iran. 

Tíðindastovan Human Rights Activists (HRANA) í USA sigur, at 4.519 mótmælisfólk hava latið lív, og at umstøðurnar kring meira enn 9.000 onnur deyðsføll verða kannaðar. 

4.251 av teimum dripnu vóru mótmælisfólk og 197 limir í trygdardeildunum, vísa tølini hjá HRANA.

Sunnudagin segði ein leiðandi iranskur embætismaður við Reuters-tíðindastovuna, at meira enn 5.000 fólk, av teimum 500 limir í trygdardeildunum, eru deyð í sambandi við mótmælini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100