Frakland biðið um Nato-venjing í Grønlandi

Frakland biðið um Nato-venjing í Grønlandi
Frakland er partur av venjingini í Grønlandi í løtuni, men Nato er ikki vertur henni
Franski forsetin, Emmanuel Macron, vil hava Nato-venjing í Grønlandi.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.01.2026 - 10:25

Frakland hevur biðið um Nato-venjing í Grønlandi, og sigur, at Frakland er til reiðar.

Tað sigur umsitingin hjá franska forsetanum, Emmanuel Macron, í morgun.

Frakland er eitt av fleiri londum, sum hevur sent herfólk til Grønlands, sum aftursvar til hóttanir frá amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Danska herdeildin hevur í løtuni Arctic Endurance hernaðarvenjingina í Arktis og Norðuratlantshavi. Fleiri Nato-lond stuðla venjingini, men Nato er ikki vertur fyri henni.

Grønland verður væntandi eitt av høvuðsmálunum á ráðstevnuni í Davos í Sveis, hagar amerikanski forsetin væntandi kemur seinni í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717