Vildi verja abbabarnið

Vildi verja abbabarnið
Abbi hevur í grundlógaravhoyri í Keypmannahavn játtað, at hann skeyt og drap sakføraran og særdi fyrrverandi versonin
Mynd: dr.dk  
 
17.09.2014 - 09:50

Rættarfundurin ígjár snúði seg um, hvørt dóttir hansara ella fyrrverandi versonurin skuldi hava foreldramyndugleika hjá trý ára gamla abbabarni hansara. 

Í grundlógaravhoyringini greiddi 67 ára gamli abbin frá, at hann fleiri ferðir hevði sent bræv til sakføraran hjá pápa abbabarninum, tí abbin metti, at sakførarin fleiri ferðir hevur ført fram ósannindi.

Møtti fyri dóttrina

 Undir grundlógaravhoyringini kom fram, at abbin møtti í rættinum fyri dóttir sína, sum hevði givið honum fulltrú til tað. 

Longu mánadagin avgjørdi abbin at taka við sær vápn í rættin. Hann fór út í verkstaðið hjá sær og sagaði 60 sentimetrar av pípuni á byrsuni.

Abbin skeyt hann fyrst 31 ára gamla pápan hjá abbabarni sínum, og síðani 57 ára gamla sakføraran. Undir grundlógaravhoyringini greiddi abbin frá, at hann eisini ætlaði at skjóta seg sjálvan, men ongar patrónir vóru eftir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985