Royal Greenland ger sær ikki dælt av støðuni

Royal Greenland ger sær ikki dælt av støðuni
Nú russar boykotta ES, USA, Kanada og onnur vestanlond, væntar sølustjórin ikki, at Royal Greenland fer at forvinna meira
 
22.09.2014 - 14:19

- Sjálvandi meta vit um støðuna, men hetta verður einki ævintýr, sigur Bruno Olesen, sølustjóri, við grønlendska kringvarpið, KNR.

Russar innflyta umleið 23.000 tons av rækju, og av hesum verða 19.000 tons innflutt úr Kanada, sum eisini er rakt av innflutningsbanni.

- Hendir tað, at viðurskiftini í Ukraina koma aftur í rættlag um ein mánað, verður handilsstongsilin settur úr gildi. Vit kunnu ikki byggja okkara marknað á, at okkara kappingarneytar ikki hava atgongd til marknaðin, sigur sølustjórin í Royal Greenland.

Vilja á eysturasiatiska marknaðin

Royal Greenland hevur í mong ár roynt at sloppið á eysturasiatiska marknaðin, og tann royndin heldur fram. Bruno Olesen sigur, at russiska innflutningsbannið fer at trýsta prísin á øðrum marknaðum, tí Kanada nú noyðistat selja rækju aðra staðni enn í Russlandi.

- Eg vænti ikki, at broytingarnar vera stórar. Vit fáa betri prís í Russlandi, men verri prís á øðrum broytingum, sigur Bruno Olesen, sølustjóri í Royal Greenland. - Sjálvandi meta vit um støðuna, men hetta verður einki ævintýr, sigur Bruno Olesen, sølustjóri, við grønlendska kringvarpið, KNR.

Fer at trýsta prísin

Russar innflyta umleið 23.000 tons av rækju, og av hesum verða 19.000 tons innflutt úr Kanada, sum eisini er rakt av innflutningsbanni.

- Hendir tað, at viðurskiftini í Ukraina koma aftur í rættlag um ein mánað, verður handilsstongsilin settur úr gildi. Vit kunnu ikki byggja okkara marknað á, at okkara kappingarneytar ikki hava atgongd til marknaðin, sigur sølustjórin í Royal Greenland. Royal Greenland hevur í mong ár roynt at sloppið á eysturasiatiska marknaðin, og tann royndin heldur fram.

Bruno Olesen sigur, at russiska innflutningsbannið fer at trýsta prísin á øðrum marknaðum, tí Kanada nú noyðistat selja rækju aðra staðni enn í Russlandi. - Eg vænti ikki, at broytingarnar vera stórar. Vit fáa betri prís í Russlandi, men verri prís á øðrum broytingum, sigur Bruno Olesen, sølustjóri í Royal Greenland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815