Sea Shepherd á tingborð

Sea Shepherd á tingborð
Løgtingið fer nú at viðgera eitt uppskot, sum setur felagsskapum sum eitt nú Sea Shepherd forboð fyri at koma inn í landið
 
22.09.2014 - 08:12

Tjóðveldi skjýtur upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at leggja fram lógarbroytingar, sum fyribyrgja, at einstaklingar og umboð fyri felagsskapir, ið hava sum fráboðað endamál at fremja ólógligt virksemi, koma til landið. Málið kemur til fyrstu viðgerð mikudagin.

Atvoldin til uppskotið er støðuga herferðin, almennu hóttanirnar og virksemið hjá felagsskapum sum Sea Shepherd, sum leggja seg út í lógligt virksemi í Føroyum, sigur Tjóðveldi í viðmerkingum til uppskotið.

Fólk hava rætt at koma til landið at mótmæla, men her er talan um fjøld av fólki og útgerð, sum bert hevur til endamáls at brúka ólógliga framferð og tilvitað elva til vandastøður.

At óttast fyri at halda grind til - ella at fara í grind undir løgregluverju - er als ikki ein støðu, sum til ber at liva við, sigur Tjóðveldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846