Skipaeftirlitið fær pengar til hjálp úr Danmark

Skipaeftirlitið fær pengar til hjálp úr Danmark
Um løgtingið vil, skal danska skaðanevndin kanna óhapp og vanlukkur í føroyskum sjógvi
Gullberg sakk 31.juli í fjør. Skaðafrágreiðingin er nú liðug og send til ummælis. Øll manningin á Gullbergi varð bjargað.
 
13.10.2014 - 07:27

Danska skaðanevndin skal í framtíðini hjálpa Skipaeftirlitinum við at kanna vanlukkur og óhapp á sjónum.

Trygd á sjónum er millum raðfestingarnar hjá landsstýrinum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015.

Sjóvinnustýrið, sum er Skipaeftirlitið og Skipaskrásetingin, hevur fingið 1,8 mió. kr. afturat.

Sambært Vinnumálaráðnum fer størsti parturin av hækkaðu játtanini til trygdina á sjónum.

Landskassin skal sjálvur lata eina millión av hækkaðu játtanini. Sjálvt skal Sjóvinnustýrið útvega 800.000 kr. við øktum inntøkum av eftirlits- og umsjónaravgjøldum. 

Og Skipaeftirlitið skal gera samstarvsavtalu við Den Maritime Havarikommision í Danmark.

Endamálið við samstarvsavtaluni við donsku skaðanevndina er at styrkja kanningararbeiðið í sambandi við óhapp og vanlukkur á sjónum, sigur Vinnumálaráðið. 

Krevur tol

Hans Jóhannus á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum, hevur ikki so nógvar viðmerkingar um ætlaða samstarvið við donsku skaðanevndina so leingi fíggjarlógin fyri 2015 ikki er samtykt og pengarnir játtaðir.

Tað krevur tol at bíða eftir skaðafrágreiðingum hjá Skipaeftirlitinum. Leygardagin vóru átta mánaðir farnir, síðani garnaskipið Anita misti ein mann. Frágreiðingin um ta vanlukkuna er ikki liðug.

31.juli í fjør sakk trolarin Gullberg norðan fyri Føroyar. Frágreiðingin um hetta óhappið er júst send reiðaríinum og øðrum til ummælis. 

Og fyrsta dagin fer frágreiðingin um vanlukkuna í Leirvík 22.januar í ár til ummælis. Eldur kom í linuskipið Pison, sum lá í Leirvík, og ein maður doyði.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576